Æti og svartir kassar í Snarskivuni

Svartir kassar, sum síggja og hoyra alt, turkaðir jydar og æti, so stór sum trøll eru nøkur av spennandi verkunum á nýggjari framsýning hjá listakvinnuni Astrid Andreasen í Snarskivuni

Av tí at stórur partur av verkunum vórðu seld alt fyri eitt, skiftir framsýningin hjá listakvinnuni Astrid Andreasen í Snarskivuni í dag ham við eini røð av nýggjum verkum. 



Gandaheimur við humor

Hóast verkini ikki eru so nógv í tali, prógva tey í nógvar mátar, at Astrid Andreasen er ein av okkara mest fjøltáttaðu listakvinnum.

Astrid Andreasen er kanska mest kend fyri sínar eyðkendu vísundaligu tekningar av havdjórum undir Føroyum. Á framsýningini í Snarskivuni sleppur áskoðarin nøkur fet longur inn í henda gandakenda heimin, har æti og smákykt eru vorðin so stór sum trøll við ovurstórum men ófatiliga neyvum endurgevingum av øllum frá eygum og klóm til fínastu følitræðrir. Hetta er, sum at stíga inn í ein heim, ið tú illa fært teg at trúgva er til, beint undir vatnskorpuni.

À sín sermerkta hátt vísa hesa tekningarnar millum mangt annað, hvussu Astrid Andreasen megnar at arbeiða sum bæði lista- og vísundafólk í senn. Og spakuliga byrjar áskoðarin at skilja, hvat listakvinnan meinar, tá hon sigur, at sjálvt tey smæstu kyktini hava eina persónligheit. Ella, tað fáa tey í øllum førum í hondunum á Astrid Andreasen, ið ofta fær flætta ein fínan humor inn í myndirnar.

Humorin noktar seg heldur ikki í øðrvísi klippmyndini ”Turkaðir jydar”, har ein lang røð av turkaðum skrubbum hanga á einum snóri. 



Loyndarfullir kassar

Sum nakað rættiliga nýtt roynir Astrid Andreasen seg hesuferð sum listamálari við meir abstraktum myndum. Neyvu tekningarnar av havdjórum seta sum vera man mark fyri, hvussu langt hon sum vísundateknari kann lata hugflogið reika, men við nýggju málningunum slær hon seg meir leysa.

Við málningunum ”Svartir kassar” hevur listakvinnan spælt sær við sonevndu svørtu kassarnar umborð á eitt nú flogførum, sum síggja og hoyra alt og kunnu avdúka ein heim av loyndarmálum. Eitt frálíkt hugskot, sum uttan iva bert er byrjanin til enn eina nýggja leið hjá fjøltáttaðu listakvinnuni, har hon forvitin kannar teir møguleikar, abstrakta listin gevur við rúmd, litum og nýggjum og øðrvísi kompositiónum.

Framsýningin í Snarskivuni er ein søluframsýning og er opin gerandisdagar 9.00-16.00.