Tí møtti B36 við bara 10 monnum

(1.deild) Uni Holm Johannesen, venjari hjá B36, sigur at tað fær innanhýsis avleiðingar

Tað vakti stóran ans, tá B36 bara møttu við tíggju spælarum til oddabrakið móti TB leygardagin. Onkur heldur, at hetta er vantandi virðing fyri 1.deildarfótbólti í Føroyum. Onnur vísa á, at hetta er ikki eindømi, tá feløg skulu suður at spæla.

 

Uni Holm Johannesen, venjari hjá 1.deildarliðnum hjá B36, harmast um støðuna og sigur, at tað fær avleiðingar.

 

- Vit harmast støðuna, og hetta verður sjálvandi tikið upp innanhýsis, og tað fær eisini avleiðingar, sigur Uni Holm Johannesen.

 

Hann vísir tó á, at talan er um eina serliga støðu.

 

- Hetta er sjálvandi grúðiliga óheppið og skal ikki koma fyri. Tað sigur seg sjálvt. Vit vóru skerdir, tí skaðarnir hjá besta liðnum merkjast hjá okkum, umframt at fleiri hondbóltsspælarar kundu ikki spæla hesaferð, tí endabresturin í hondbóltskappingini var leygardagin, sigur Uni Holm Johannesen, sum sjálvur spældi allan dystin.

 

Vóru 14 dagin fyri

 

Dagin fyri dystin vóru 14 spælarar á listanum, men áðrenn Smyril fór avstað, stóðu fýra spælarar eftir. Tríggir høvdu givið avboð, meðan ein ikki møtti.

 

- Fríggjakvøldið høvdu 14 spælarar kortini fingið boð um at koma suður. Ein gav avboð stutt fyri miðnátt, tveir góvu avboð um náttina, og ein møtti ikki, tá báturin sigldi klokkan 7. Vit valdu kortini at fara suður, sigur venjari hjá B36.

 

B36 gjørdi eina roynd at útseta dystin, men tað gekk TB ikki við uppá. Eisini varð umhugsað at fáa spælarar suður við tyrluni.

 

- Komnir suður fóru vit beinanveg at kanna møguleikarnar. Vit spurdu okkum fyri hjá TB, sum tað bar til at flyta dystin til sunnudagin, men tað bar ikki til. Tað skiltu vit eisini væl. Vit ætlaðu at flúgva nakrar spælarar suður við tyrluni, men tað bar heldur ikki til, vísir Uni Holm Johannesen á.

 

Teir, sum vóru har, valdu kortini at spæla dystin, men hendingin fær avleiðingar.

 

- Vit 10, sum vóru har, valdu at spæla dystin, heldur enn ikki at spæla. Tað vísti seg, at vit góvu teimum góða mótstøðu. Vit fluttu enn tá ein mann úr miðverjuni fram í álopið seinastu løtuna í royndini at fáa útjavnandi málið. Úrslitið var, at TB økti til 3-1.

 

TB vann dystin 3-1 og er oddalið í 1.deild.