Christian R. Mouritsen varð í fyrru steypahálvfinaluni ímóti B68 í kvøld útskiftur við skaða longu tá ið smáir 20 minuttir vóru farnir. Enn er ikki greitt hvussu drúgvur skaðin verður, men sjálvur væntar Christian ikki, at hann verður tøkur til næsta dyst.
Talan er um trupulleikar við høgru hælsinu. Hann hevur áður havt trupulleikar sama stað, og í kvøld versnaði støðan somikið, at hann mátti lata seg útskifta.
Les eisini: (Ljóðbrot) Levi Hanssen: Einki er avgjørt enn
Hann ætlar sær til kanningar skjótast gjørligt, og tá fæst helst greiða á hvussu drúgvur skaðin verður.
- Eg føli tó, at hetta væl kann taka eina viku, sigur Christian, sum altso ikki roknar við at vera tøkur til heimadystin ímóti EB/Streymi 2. hvítusunnudag, sum er komandi mánadagin.