Tí koyrir United væl nú

Louis Van Gaal hevur peikað ein leikara út, sum hevur verið lykilin til góðu gongdina hjá Manchester United seinastu tíðina

Í samrøðu við enska blaðið, Daily Mirror, hevur Louis Van Gaal í dag peikað ein leikara út, sum hevur verið lykilin til góðu gongdina hjá Manchester United seinastu tíðina.

 

Hóast stjørnuleikarar sum David De Gea og Wayne Rooney hava leikt væl seinastu dystirnar, so er tað ein annar leikari, ið Louis Van Gaal vil framhevja. Louis Van Gaal sigur, at Marouane Fellaini er ein av høvuðsorsøkunum til góðu gongdina hjá Manchester United.

 

-       Fellaini hevur tær dygdirnar sum gera, at hann kann geva liðnum hjá okkum nakað eyka. Tað er eisini tí at hann spælir, og í løtuni spælir hann sera væl.

 

Uttan iva er talan um søtan tónleik fyri Marouane Fellaini, sum annars hevur verið úti fyri stórum kritikki í Manchester United, síðani skifti frá Everton á sumri í 2013.

 

Manchester United hevur seinastu tveir dystirnar vunnið týdningarmiklar sigrar móti ávíkavíst Tottenham og Liverpool.