Serfrøðingar hava nú staðfest, at eldurin byrjaði í einum oyðiløgdum kuldaskápi.
Bretska løgreglan umhugsar ákærur um dráp í sambandi við eldin í háhúsinum Grenfell Tower, sum kostaði í minsta lagið 79 fólkum lívið.
Harumframt var bygningurin klæddur við tilfari, sum ikki leyk krøvini um brunatrygd, upplýsti løgreglan á tíðindafundi í morgun.
Løgreglan umhugsar at skuldseta ein ella fleiri persónar í sambandi við eldin, sum kostaði í minsta lagi 79 fólkum lívið, segði Fionna McCormack frá løgregluni í London í morgun.
– Av tí at so nógv fólk eru deyð, umhugsa vit skuldsetingar um manndráp eins og skuldsetingar fyri onnur lógarbrot, segði hon.
Greitt er ikki, hvønn løgreglan hugsar um. Men McCormack sigur, at løgreglan nú fer at kanna tey virki, sum hava verið við í umvælingararbeiðnum av háhúsinum fyri tveimum árum síðani.
– Vit hava nú váttan frá serfrøðingum fyri, at eldurin ikki var ásettur, sigur hon.
Brunaserfrøðingar hava kannað klædningin og bjálvingina, sum hevur ført til kanningar av í minsta lagið 600 bygningum í Onglandi, har tilsvarandi byggitilfar er nýtt.
Eldurin kyknaði í tí 24 hæddum høga húsinum Grenfell Tower 14. juni.
Fiona McCormack upplýsti á tíðindafundinum í morgun, at øll »heil lík« eru tikin úr húsinum.
– Vit kunnu kanska ikki finna ella eyðmerkja øll, sum fórust í eldinum, av tí at hitin hevur verið so nógvur, sigur hon sambært AFP tíðindastovuni.
Løgreglan hevur fyrr sagt, at vandi er fyri, at veruliga talið av deyðum kann vera hægri enn 79, tí nøkur fólk hava búð ólógliga í háhúsinum.
/ritzau/Reuters