Miðvallarin hjá B36, Róaldur Jakobsen, hevur givið avboð til landsdystin ímóti Norðurírlandi leygardagin. Orsøkin er tann, at heilaskjáltin, sum hann fekk í dysti ímóti Víkingi fyri trimum vikum síðani, framvegis argar.
Les eisini: Tí hevur Heini givið avboð
- Eg havi ikki skallað nakað serligt teir síðstu tríggjar dystirnar, men tá ið eg havi skallað lættliga, so fái eg høvuðpínu eftir dystin. Tað fái eg vanliga ongantíð, so man kann siga, at eg ikki eri 100%, og tað má man helst vera á landsliðnum, sigur Róaldur.
Læknarnir halda, at høvuðpínan kemst av teirri orsøk, at hann framvegis ikki er sloppin fult og heilt av við heilaskjáltan, og er tað sostatt eisini orsøkin til, at hann hevur frábiðið sær at vera við landsliðnum á hesum sinni.










