Miðvallarin hjá HB, Heini Vatnsdal, hevur givið avboð til landsdystin ímóti Norðurírlandi nú leygardagin. Orsøkin er, at hann er skaddur.
Heini sigur við in.fo í kvøld, at hann hevur ilt í hælinum, og at hann framvegis ikki er fullgreiður yvir, hvat skaðin inniber. Hann metir tó, at hann má hava frí í nakrar dagar.
Umframt Heina, so hevur Róaldur Jakobsen eisini givið avboð. Í teirra stað eru Hans Jørgen Djurhuus og Levi Hanssen innkallaðir.










