Tá ið Karsten Hansen tók við sum landsstýrismaður í heilsumálum í hesi samgonguni, førdi hann fram, at hann bert skuldi sita í tvey ár. Fyri nøkrum vikum síðani endurtók hann hetta fyri Norðlýsinum og øðrum miðlum, og ætlandi skuldi nýtt landsstýrisfólk taka við í summar.
Men ætlanin er nú slept, og Karsten Hansen verður sitandi sum landsstýrismaður restina av tíðini hjá hesi samgongu. Hetta eru Miðflokkurin og Karsten Hansen vorðin samd um.
- Eg havi orku, og eg veit, at eg havi dirvi og vilja at gera nakað í hesum starvinum, og nú eru vit komin so langt út í valskeiðið, at vit hildu tað verða rættast, at eg varð sitandi í starvinum restina av valskeiðnum, segði Karsten Hansen við Kringvarpið á middegi.
- Tað eru nógv mál eftir at gjøgnumføra, eitt nú at fáa ferð á heilsunýskipanina, og hesin gamli maðurin kann gera nakað við tað, sigur Karsten Hansen, sum er 69 ára gamal.
Karsten Hansen varð fyrstu ferð valdur í løgtingið í 2004. Hann var landsstýrismaður í fíggjarmálum frá 1998 til 2004 og aftur eitt skifti í 2008. Síðani 2001 hevur Karsten Hansen røkt starvið sum landsstýrismaður í heilsumálum.
Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, segði við Kringvarpið, at fimm fólk vóru í uppskoti at taka við eftir Karsten Hansen.