Róaldur Jakobsen hevur givið avboð til landsliðið, men spældi fyri B36 um vikuskiftið. Avboðið er ikki eitt úrslit av einum skaða, men heldur skúlaarbeiði.
- Skúlagongd á páskum ljóðar eitt sindur løgið, men eg havi úr at gera í skúlanum akkurát nú, so tí havi eg meldað frá hesaferð, sigur Róaldur Jakobsen.
Í staðin fyri Roald Jakobsen er komin Tróndur Jensen úr HB. Føroyska landsliðið skal spæla móti Liktenstein 28. mars í Marbella í Spania.










