Tí fer Ári úr Silkeborg

Ári Mohr Jónsson greiðir her frá, hví hann er farin úr Silkeborg

Mynd: (FSF/Hans Erik Danielsen) Ári Mohr Jónsson í dysti fyri U21 landsliðið móti Russlandi í fjør

21 ára gamli Ári Mohr Jónsson er í dag leysgivin í Silkeborg IF, har hann hevur spælt síðani hann var 15 ára gamal. Leiðin gongur nú heim til HB.

Les eisini:Ári til HB

-       Eg havi brúk fyri at fáa gongd á yrkisleiðina aftur. Útlitini til spælitíð komandi tíðina í Silkeborg vóru ikki góð. Eftir tvær skurðviðgerðir í øklunum og langtíðarskaða, so havi eg brúk fyri regluligari spælitíð. Onkuntíð mást tú taka eitt fet aftur, fyri at koma tvey fram, sigur Ári Mohr Jónsson við heimasíðuna hjá Silkeborg IF.

Ári hevur spælt í Silkeborg í seks ár. Hann fór sum 15 ára gamal á Silkeborg Fodbold College, og vann seg síðani á besta liðið.

-       Eg havi møtt nógvum góðum fólki og havi havt nógvar góðar venjarar. Eg havi bara gott at bera Silkeborg, sum eg takki fyri hesi árini, og fyri at hava givið mær møguleikan at blíva yrkisfótbóltsspælara, sigur Ári Mohr Jónsson víðari.

Eisini ítróttarstjórin í felagnum, Jesper Stüker, vísir á, at skaðar er høvðusorsøkin, at Ári Mohr Jónsson ikki fekk sítt gjøgnumbrot í felagnum. Tað bleiv til tíggju dystir fyri besta liðið hjá Silkeborg.