Tað er kanska ein orsøk til, at Gilli Rólantsson fær fleiri dystir fyri AaB enn Brandur Hendriksson fær fyri FCK, haðani hann nú er útleigaður til Vendsyssel FF. Politiken hevur í dag eina grein, sum lýsir hvussu væl ungir leikarar menna seg í AaB.
Lykilin sigst vera, at teir ungu fáa møguleikan í AaB, og at leikaramenningin er høvuðsorsøkin til, at AaB stendur seg somikið væl í Superliguni. Í løtuni eru donsku U16, U17, U19 og U21-landsliðini á felags venjingarlegu í Turkalandi, og har er AaB umboðað á øllum liðunum.
- Tað hevur nógv at siga, at vit ungu hava sæð aðrar á sama aldri fáa møguleikan á besta liðnum. Tað gevur blóð á tonnina til at blíva betri og helst eisini eina størri vón enn í t.d. FCK, har teir kanska keypa eitt sindur fleiri leikarar aðrastaðni. Tí haldi eg, at teir ungu í Aalborg hava betri sjálvsálit, sigur Frederik Børsting úr AaB, sum hevur Oliver Abildgaard samdan við sær.
- Ja, tað er feitt, at tað ikki bara verða keyptir fýra-fimm leiakrar uttanlands, tá ið man er ungur í besta hópinum. Eg haldi eisini, at teir duga væl at geva teimum ungu longri snór. Vit gera altso villur inn ímillum, so tað er neyðugt við eitt sindur av toli, sigur Abildgaard, sum eins og Frederik Børsting er liðfelagi við Gilla Rólantsson í AaB.
Hóast Gilli Rólantsson, Frederik Børsting og Oliver Abildgaard eru ávikavist 23, 20 og 19 ára gamlir, so hava teir fingið væl av spælitíð á besta AaB-liðnum hetta kappingarárið. Tað sama hevur Jakob Blåbjerg, sum er 21 ára gamal, fingið.
Sambært blaðnum, so eru leiðarar innan danska fótbóltssambandið væl nøgdir við arbeiðið, sum Poul Erik Andreasen, talentstjóri í AaB, ger fyri felagið. Tað eru teir ungu, sum verða spurdir, samdir við, men teir peika tó eisini á, at tað er umráðandi at hava royndar menn sum Rasmus Würtz, Kasper Risgård og Thomas Enevoldsen í hópinum.
AaB er í løtuni á 2. plássi í donsku Superliguni, einans eitt stig aftanfyri FCK, sum tó hevur ein dyst til góðar. Næsti Superliga-dystur hjá AaB verður á útivølli ímóti FC Midtjylland 28. februar.