Tað bar ikki til at velja ein norðoying á hesum sinni. Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum. Hann hevur nýliga valt eitt sjúklingaráð sum skal geva myndugleikunum heilsufakliga ráðgeving.
Men tað er fallið Eyðgunn Samuelsen tingkvinnu fyri Javnaðarflokkin, fyri bróstið, at eingin limur í sjúklingaráðnum er úr Norðoyggjum. Tí hevur hon spurt landsstýrismannin hvussu tað ber til.
Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at greiðar reglur eru fyri, hvussu sjúklingaráðið skal mannast. Og eftir reglunum skal ráðið veljast eftir uppskotum frá sjúklingafeløgum, sum umboða sjúklingar, ið vanliga verða viðgjørdir á sjúkrahúsunum. Í samsvar við hetta heitti hann á sjúklingafeløgini, umframt á MEGD, um at koma við uppskotum til limir í Sjúklingaráðið.
Tá ið freistin var farin, hevði hann fingið 17 uppskot at velja ímillum. Út frá hesum hevur landsstýrismaðurin valt fimmlimir, har hann hevur hugsað um, at sjúklingaráðið er so fjølbroytt sum tilber, bæði landafrøðiliga, javnstøðu og hvørjisjúklingafeløg eru umboðað.
Tí fall valið á tveir limir úr Suðurstreymoy, ein úr Eysturoy, ein úr Vágum og ein úr Suðuroy. Men eingin limur úr Norðoyggjum og úr Sandoynni, var í uppskoti og tí bar ikki til at velja nakran úr hesum økjum hesaferð.
Eftir reglunum skulu limirnir í sjúklingaráðnum ikki bara umboða tað sjúklingafelag, teir eru limir í. Sjúklingaráðið skal umboða allar sjúklingar, sum verða viðgjørdir í Sjúkrahúsverkinum. Men tá ið sjúklingaráðið varð mannað, varð hugsað um, at teir fimm limirnir í ráðnum umboða fimm ymisk sjúklingafeløg.