Enska felagið Luton, sum áður hevur spælt í bestu deildini í Onglandi, er nú flutt niður úr League 2, og harvið verður felagið næsta kappingarár fyri fyrstu ferð í 89 ár ikki umboðað í ensku liga-skipanini. League er fjórðbesta deildin í Onglandi, og Luton hevur havt truplar umstøður, tí felagið varð frátikið 30 stig orsaka av fíggjarligum óskili í felagnum.
LesarabrøvLesarabrøv









