Í morgin kemur danski eldraráðharrin, Thyra Frank, til Føroya. Hon skal vitja Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, fyri at kunna seg um, hvussu føroyski eldrapolitikkurin er skipaður, boðar Almanamálaráðið frá í dag.
Meðan Thyra Frank er í Føroyum, fer hon fyrst at vitja Kommunufelagið, har formaðurin fer at greiða frá um eldraøkið í Føroyum. Hon fer eisini at vitja fleiri kommunur: Klaksvíkar Kommunu, Eysturkommunu, Tórshavnar Kommunu, Vága Kommunu og Sørvágs Kommunu.
- Allastaðni fær hon høvi at síggja stovnar eins og hon fær kunning um, hvussu tær ymisku kommunurnar skipa sín eldrapolitikk, skrivar Almannamálaráðið.
Thyra Frank fer niður aftur til Danmarkar hósdagin, 7. februar.