Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW spældu í kvøld dyst á útivølli í týsku bundesliguni móti Göppingen.
Kiel vann rættiliga greitt 36-29. Í steðginum var Kiel frammanfyri 19-14.
Elias skoraði upp á tann eina málmøguleikan hann fekk, og hann legði eisini upp til tvey mál (assist).
Kiel er fjórðfremst í deildini við 38 stigum. Fremst eru liðini hjá Hákuni West av Teigum, Füchse Berlin og Melsungen, ið hava 42 stig hvør.
Liðið hjá Vilhelmi Poulsen, Hannover-Burgdorf er triðfremst við 39 stigum. Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir í Flensburg-Handewitt eru nummar fimm við 36 stigum.
Í morgin klokkan 14 verður føroyingauppgerð millum Füchse Berling og Hannover-Burgdorf í Max Schmelling høllini í Berlin.