Húsini, sum Fíggjarmálaráðið er í, er upprunaliga bygt til ein náttklubba og har eru umstøðurnar ikki nøktandi.
Tað staðfestir Fíggjarmálaráðið sjálvt, sum nú er komið við eini frágreiðing um nógv umrødda málið, sum tók seg upp beint fyri vikuskiftið um ætlanina at brúka 900.000 krónur til eina úthurð.
Men ráðið sigur, at so einfalt er málið ikki, tí hurðin er bara ein lítil partur av málinum.
Talan er tvørtur ímóti um at umbyggja alt inngongdarøkið, sum fevnir um dur, høvuðsgongd og móttøku.
- Nógv umrødda úthurðin er ikki bara ein úthurð, tí talan er um ein heilan dur við glasveggi, og karrusellhurð, sum er ein triðingur av samlaða prísinum, ella 300.000 krónur.
Ótíðarhóskandi
Inngongdin til Fíggjarmálaráðið er skjótt 25 ára gomul og varð upprunaliga ætlað til ein náttklubba.
Talan er um eina ótíðarhóskandi inngongd og móttøku, sum hvørki loysir tær funktiónir, sum eitt Fíggjarmálaráð eigur at hava, ella gevur teimum, sum arbeiða í móttøkuni
nøktandi arbeiðsviðurskifti, sigur Fíggjarmálaráðið.
Men nú er ein varðandi loysn á veg og tað er ein loysn, sum er funksjonell og sum gevur teimum, sum arbeiða í móttøkuni góð arbeiðsviðurskifti.
- Talan er um at umbyggja eitt øki sum svarar til 120 fermetrar, sum svarar til eini minni sethús.
Fyri nøkrum árum síðani varð gamla móttøkan tikin burtur, men arbeiðið varð ongantíð gjørt liðugt.
Í hesum sambandi hevur tað víst seg, at kuldi og gjóstur bleiv ein størri trupulleiki enn væntað.
Ein annar trupulleiki er, at tað ber ikki til at hava nóg neyvt eftirlit við hvør kemur inn í
Fíggjarmálaráðið.
Alt í einum
Tí varð mett, at vera rættast at loysa øll viðurskifti í einum, men skal Fíggjarmálaráðið framhaldandi hava eina opna móttøku, má trupulleikin við trekki loysast.
- Eitt er, at tú kanst ikki bjóða starvsfólkum at arbeiða í trekki, men tað er eisini ein spurningur um Arbeiðseftirlitið hevði góðkend móttøkuna sum fast arbeiðspláss.
Samstundis vísa royndir aðrastaðni, at besta loysning ímóti trekki, er ein karrusellhurð, tí hon hevur tann fyrimun, at hon er altíð tøtt mótvegis trekki.
- Av royndum vita vit eisini, at haldgóðar loysnir altíð loysa seg í longdini, tí so er ikki neyðugt at koma afturum aftur og hálvar loysnir eru altíð tær dýrastu,.
- Ein móttøka er eisini andlitið hjá Fíggjarmálaráðnum. Tann gamla móttøkan hevur ongantíð verið ein virðilig loysn og Fíggjarmálaráðið hevur ongantíð havt eina tignarliga og virðiliga høvuðsinngongd, sigur Fíggjarmálaráðið.
Úthurð til viðgerðar í Løgtinginum
Andstøðan vil nú hava Løgtingið at samtykkja, at Jóannes Eidesgaard ikki skal fáa pengar til eina nýggja úthurð og nýggjan dur og móttøku til Fíggjarmálaráðið.
Sum Sosialurin hetta vikuskiftið skrivar, hevur Landsstýrismaðurin søkt Løgtingið um 900.000 krónur til eina nýggja “karrusel-hurð” til Fíggjarmálaráðið.
Løgtingið samtykti tað hósdagin, men tað skal til viðgerðar einaferð afturat fyri at verða endaliga avgreitt.
Men umboð fyri andstøðuna halda, at hetta er óboðið.
Tey vísa á, at Jóannes Eidesgaard hevur ført fram, at tað er neyðugt at gera grundleggjandi broytingar av høvuðsinngongdini til Fíggjarmálaráðið.
- Tað er sera ábært við høvuðsinngongdina til Fíggjarmálaráðið, og er tí neyðugt við nýggjari hurðaskipan. Broytingin hevur eisini sum endamál at økja um trygdina, soleiðis at tað verður gjørligt at stýra atgongdini til húsið, so einhvør ikki ótarnaður kann koma inn í húsið.
- Føroyar hava mikið annað at brúka almenna fæið til í hesum døgum, enn eina nýggja úthurð til fíggjarmálaráðharran fyri slaka millión krónur. Tí skjóta tey fimm løgtingsfólkini, Tórbjørn Jacobsen, Annita á Fríðriksmørk, Kári á Rógvi, Karsten Hansen og Bill Justinussen upp at strika játtanina.