Thule í føroyskum hami

Ætli mær at siga sum minst. Havi als ongan áhuga at luttaka í nøkrum skrivligum politiskum orðaskifti við nakran sum helst, men fyri mínar egnu sakir kenni eg meg noyddan at koma við hesum fátæksligu orðum

Havi ilt í sjálvari sálini, føli meg traðkaðan á, háðaðan í mínum elskaði heimlandi av mínum egnu landsmonnum. Háðaður av nógvum, tí eg eri føddur og búsitandi á Sandoynni. Sum sandoyingur havi eg minni virði enn onkur annar í Føroyum!

 

Undirtónarnir í nógvum skrivaðum og søgdum útsøgnum hesar dagarnar, síðani Sandoyartunnilin varð samtyktur á Føroya Løgtingi av flest øllum løgtingslimunum, ræða meg ikki sørt. Kenni farra av ótti um, hvussu framtíðin verður í okkara landi.

 

Hesir 1400 Sandoyingarnir hava fingið ein undirsjóvartunnil í jólagávu. Eina ½ millión kr. í part til hvønn sandoying. Í jólagávu! Blaðmaðurin á Sosialinum við síni egnu útlegging av skemti!

 

Peningur, ið m.a. kundi verið brúktur til bæði børnini hjá stjóranum í Kalli. Eg, sum sandoyingur, eri nú orsøk til, at børnini hjá stjóranum eisini koma upp í liðið av PISA-sibbum.

 

Løgtingsmaðurin Torbjørn Jacobsen hevur eisini sett róparan fyri munnin. Somu vemmuligu undirtónar. Somu vemmuligu undirtónar, ið allarhelst viðvirkaðu til, at danir í síni tíð fluttu Thulebúgvarnar. Høvdu teir nakað virði, hasir Thulebúgvarnir? Var ikki betri og bíligari at flyta teir? Søguna kenna vit tíverri alt ov væl. Kanska júst tí kenni eg farra av ótta!

 

Løgtingsmaðurin, ið hevur sum aðalmál at loysa frá Danmark. Harraveldinum, ið kúgar okkum. Harraveldinum, ið ikki virðir okkum sum fólk! Paradoksini undir sólini eru mong. Hesin maður, ið meiri og minni dagliga stríðist fyri at vinna heimsvirðingina, ið loysingin frá Danmark hevur við sær verður sagt, virðir ikki sínar egnu borgarar, niðurger partar av sínum egna fólki, traðkar á tey. Hasir 1400 íbúgvarnir skulu ikki hava undirsjóvartunnil. Búskaparligt vitloysi, sigur hann!

 

Stóratjørn verður helst veruleiki um ikki alt ov langa tíð. Bíligari er tað væl at flyta okkum øll í íbúðarblokkar upp i í Hoyvíkshaganum. Byggið nóg stórt, so pláss verður fyri suðuroyingunum eisini!

 

Nei, og aftur nei! Vit sandoyingar hava eins góðan rætt til jólakaramellurnar í hesum landi. Fólki her býr er tilfangi, sum ikki kann gerast upp í pengum. Sum ikki skal gerast upp í pengum. Hvør einasti sandoyingur, føroyingur eins og øll onnur menniskju á jørðini eru virðismikil, unikk. At stjórin í Kall og løgtingsmaðurin Torbjørn Jacobsen hava eina aðra meining má so standa fyri teirra rokning.