Thorvald: Vit trýsta teir til at gera mistøk

(Ljóðsamrøða) OYL 15: Thorvald Danielsen er fegin um finaluplássið, men serliga fegin um fjórða settið ímóti Álandi

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðu, sum var gjørd við Thorvald Danielsen, spælara á føroyska flogbóltslandsliðnum, beint aftaná føroyska manslandsliðið í flogbólti tryggjaði sær pláss í finaluni, aftaná 3-1 sigur yvir Álandi.

 

Thorvald er alt annað enn nøgdur við fyrsta settið, men hann heldur, at teir komu sterkt aftur í øðrum setti. Í triðja setti koppaðu marginalarnir rættan veg, og fjórða settið, har Føroyar blástu Áland av vøllinum er Thorvald serliga nøgdur við, har tað eydnast at trýsta álendska liðið til at gera mistøk.