TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðu við Thorvald Danielsen á flogbóltslandsliðnum, sum Rás2/in.fo gjørdi fyrr í kvøld.
Thorvald Danielsen heldur, at kappingin í Luksemborg, har føroyska liðið royndi seg ímóti Luksemborg, Skotlandi og Kýpros, umframt landsdystirnir ímóti Íslandi í Føroyum hava gjørt, at føroyska liðið er væl samanspælt.
Saareema verður tó framvegis eitt sterkt lið, og væntandi hevur Áland eisini eitt sterkt lið á oyggjaleikunum á Jersey.