Thorvald Stoltenberg deyður

Í dag doyði fyrrverandi norski uttanríkis- og verjumálaráðharrin, Thorvald Stoltenberg, 87 ára gamal, eftir stutta sjúkralegu

Í dag doyði fyrrverandi norski uttanríkis- og verjumálaráðharrin, Thorvald Stoltenberg, 87 ára gamal, eftir stutta sjúkralegu.

 

Thorvald Stoltenberg var føddur 8. juli í 1931 í Oslo. Hann er útbúgvin løgfrøðingur í 1957, eftir at hava lisið í Noreg, Eysturríki, Sveis, USA og í Finnlandi. Hann kom í starv í norska uttanríkisráðnum í 1958 og gjørdist varakonsul í San Fransisco í 1959-1961. Sama ár gjørdist hann sendiharraskrivari í Beograd, har hann var til 1964. Árið eftir vendi hann heim til Noregs og gjørdist skrivari hjá uttanríkisráðharranum í 1965. Hann var í sjeytiárunum ráðharri í fleiri javnaðarstjórnum.

 

Saman við Knut Frydenlund og Johan Jørgen Holst verður Stoltenberg mettur at verið arkitekturin aftan fyri uttanríkispolitisku linjuna frá 1976 til 1994. Hann var verjumálaráðharri frá 1979-1981 og uttanríkisráðharri frá 1976 til 1994. Hann var sendimaður Noregs í ST, og í 1990 var hann eitt stutt skifti ST flóttafólkahámommiserur.

 

Tað gjørdi, at hann í 1993 var serligur sendimaður hjá ST í fyrrverandi Joguslavia. Frá 1996 til 1999 virkaði hann sum sendimaður Noregs í Danmark, og frá 1999 til 2008 var hann forseti fyri Norsk Røde Kors.

 

Thorvald Stoltenberg er pápi NATO-aðalskrivaran Jens Steltenberg, sum var forsætisráðharri í Noreg frá 2000 - 2001 og frá 2005 til 2013.