Fyrrverandi spælskiparin á liðnum hjá Mjølnir, Thorvald Danielsen, hevur vunnið sær fast pláss á besta liðnum hjá Randers Novo Volley í bestu donsku flogbóltsdeildini.
Í nógv ár var Thorvald nevniliga ein av heilt drúgvu stuðlunum hjá Mjølnir, eins og hann eisini hevur verið tað á landsliðnum. Tí var tað ein stórur missur fyri Mjølnir, tá Thorvald Danielsen valdi at flytta uttanlands í lestrarørindum.
Hann valdi kortini ikki at leggja flogbóltin á hillina, tá hann flutti. Ístaðin valdi hann at melda seg inn í danskt felag og har taka dystin upp um plássini á besta liðnum.
Valið fall á Randers Novo Volley, og har hevur gingið so væl, at Thorvald Danielsen hevur vunnið sær fast pláss millum teir seks, sum byrja dystin.
Gongdin í ár hevur verið eitt sindur skiftandi. Liðið hevur tapt fýra av fimm dystum, men hevur bara tapt tann eina dystin 3-0. Tí er Randers Novo Volley nú á sætta plássi í bestu donsku deildini.
Umframt sigurin, sum var móti fyrrverandi donsku meistarunum úr Middelfart VK, ið var í DM-finaluni í fjør, hevur Randers eisini vunnið tvey sett ímóti einum øðrum fyrrverandi donskum meistaraliði, Boldklubben Marienlyst.
Nú sunnudagin hevur Randers Novo Volley tó fyribils sína størstu uppgávu. Tá koma donsku meistararnir Gentofte Volley á vitjan í nýggju ítróttarhøllini við Randers Statsskole, og hetta kann gerast ein herskin biti hjá Randers Novo Volley at svølgja.
Gentofte hevur nevniliga vunnið allar sínar fyrstu fimm dystir í kappingini, og liggur tí einsamalt á odda í liguni við 14 stigum. Randers hevur fýra stig.
Harafturat hevur Gentofte bara tapt eitt sett í teimum fimm dystunum liðið hevur spælt higartil.