Thorshavn verður við á G!

Eisini kræsnu gómarnir kunnu kelast á G! festivalinum í ár.

Onkur hugsar kanska um lunkaðar, dovnar, reyðar pylsur, tá tey hugsa um tjalding ella um festivalar annars, men á ársins G! festivali verður eisini okkurt gott til kræsnu gómarnar.

 

Uttan fyru Gøtusand fer sluppin Thorshavn, gamla amtmansskipið, sum suðringar hava keypt, at liggja. Umborð á Thorshavn fer Áarstova at borðreiða við góðum mati og drekka.

 

Bíleggur tú borð umborð á M/S Thorshavn, verður tú førdur út til sluppina við róðrarbáti. Umborð verður tær bjóðað hummarasuppa, væl umtókta áarstovubógvin og rabarbutriflu.

 

Tiltakið verður skipað í fleiri borðhaldum, sum hvørt varar í tveir tímar, og neyðugt er at bíleggja sær pláss. Bíleggjast kann á hesi síðuni.