Thorshavn til Tvøroyrar

Skipið Thorshavn, sum í 67 ár hevur verið heimahoyrandi í Havn, fór fyrrapartin av Havnini. Skipið er keypt suður til Tvøroyrar, hagar tað kemur seinnapartin.

Thorshavn var bygt í Frederikssund í 1941 og kom til Føroya í 1945. Síðani hevur skipið verið heimahoyrandi í Havn, har Ríkisumboðið hevur varðað av skipinum.

Thorshavn hevur hesi 67 árini verið brúkt til eitt nú sigling við embætisfólki millum oyggjarnar, útferðir í sambandi ráðharra- og kongaligar vitjanir og seinastu árini eisini sum jólaskip í Havn.

Nú hevur grunnur á Tvøroyri keypt skipið at brúka til frítíðar- og mentanarvirksemi, og klokkan 10 fór Thorshavn av Havnini. Klokkan 15.00 seinnapartin kemur Thorshavn til Tvøroyrar, har móttøka verður fyri skipinum.