Thorshavn summarklárur

Thorshavn hevur verið á Vágs Skipasmiðju.

MS Thorshavn fór hósdagin av Vágs Skipasmiðju, eftir at hava verið har nakrar dagar.

 

 

Nú er Thórshavn klárur til summarið. Ein partur av virkseminum hjá Thorshavn er at gera útferðir og sigla við ferðafólki annars.

 

 

Thorshavn er far við serstakari søgu:

 

 

MS Thorshavn varð smíðað í Danmark í 1940, og kom til Føroya aftaná krígslok í 1945. Øll árini síðani hevur skipið verið í tænastu hjá danska ríkisumboðnum í Føroyum. Thorshavn hevur m.a. verið nýtt til ferðafólkaflutning, sjúkraflutning og bjarging. 

 


1. apríl 2012 keypti ein grunnur á Tvøroyri skipið frá donsku stjórnini. Hesin grunnur var nakað frammanundan stovnaður við tí endamáli at seta træskipið Kúrberg í upprunastand. Tá MS Thorshavn bráddliga varð lýst til sølu og tað eydnaðist grunninum at fáa hendur á skipinum, varð ætlanin um Kúrberg slept. MS Thorshavn varð formliga yvirtikið av grunninum á Tvøroyri tann 1.apríl 2012. 
Nevndin fyri grunnin er mannað soleiðis:

 


Jóannes Eidesgaard, formaður
Ólavur Rasmussen, næstformaður
Jákup Enni, nevndarlimur