- Tað er dýrt at reka eitt tílíkt skip, og tí mettu vit tað vera neyðugt at kalla til fundar fyri at finna útav, hvussu vit koma víðari.
Tað sigur Jóannes Eidesgaard, stigtakari og primus motor til at fáa Thorshavn at vera eitt tilboð til ferðavinnuna í Suðuroynni.
Í vikuni varð kallað til fundar fyri at finna útav, hvussu framtíðin skal stingast út í kortið hjá hesum fari.
Umframt at fáa fíggjarliga partin í rættlag, soleiðis at raksturin av skipinum hvílur í sær sjálvum, er tað ein avbjóðing at finna útav, hvussu skipið verður brúkt á skilabestan hátt.
Stigtakararnir eru nú í holt við at seta saman eina skrá fyri summarið, og fleiri fastir túrar og útferðir eru í umbúna.
Hoyr samrøðu við Jóannes Eidesgaard her: