Fyrrverandi farið hjá ríkisumboðnum, Thorshavn, sum fólk á Tvøroyri fyrr í ár keyptu, liggur við bryggju í Vági, og tað hevur skipið gjørt eina tíð.
Men nú kundi tað næstan sæð út, sum er Thorshavn farin í vetrardvala, tí skipið er ballað væl inn.
Orsøkin er tó sjálvsagt ikki hendan, men heldur, at eigararnir nýta veturin til at umvæla skipið og gera klárt til várið og summarið. Og helst ger føroyska veðurlagið, at betri er at arbeiða, um dúkur er yvir skipinum.
Skipið er nú lagt inn í bryggjuhylin í Vágs Havn fyri veturin.
Orsøkin til, at Thorshavn, sum felag á Tvøroyri eigur, liggur í Vági er, at pláss er ikki á Tvøroyri, nú nógv virksemi og havnaútbygging fer fram har.









