Í nátt brast dreymurin hjá fimmfalda avstralska OL-meistaranum í svinjing Ian Thorpe sleppa á avstralska liðið, sum skal taka lut í svimjikappingunum á olympisku leikunum í London í summar.
Í innleiðandi kappingini á 100 metrum í nátt bleiv tann 29 ára gamli Ian Thorpe bara nr. 21 og kom tískil ikki í finaluna. Hetta var annar smeiturin hetta vikuskiftið. Fyrradagin royndi hann seg á 200 metrum, men heldur ikki har megnaði hann at kvalifisera seg til tað avstralska OL-liðið.
Ian Thorpe segði í nátt, at sjálvandi var hann vónsvikin, men at hann kortini ætlar sær at halda fram við svimjingini.
Ian Thorpe gavst at svimja í kappingum sum 23 ára gamal í 2006. Tá hevði hann vunnið níggju OL-heiðursmerkir og 11 HM-heiti. Í fjør kunngjørdi hann, at hann ætlaði sær til OL í London í summar. Tað fer hann kanska, men ikki sum OL-svimjari.