Í eini seinastu roynd at ávirka ætlaða handilsboykotti móti Føroyum hevur danski forsætisráðharrin í dag skrivað bræv til formannin í ES-kommissjónini, José Manuel Barroso.
Tað upplýsti danski matvørumálaráðharrin, Karen Hækkerup, í opna samráðnum í Føroyanevndini í Fólkatinginum ídag.
Brævið fer avstað, samstundis sum ES-nevndin endaliga hevur samtykt at seta í verk handilstiltøk móti Føroyum.
Í samráðnum varð Hækkerup spurd um, hvat Danmark hevur gjørt fyri at forða fyri íkomnu støðuni, har Danmark sum ES land noyðist at boykotta Føroyar.
- Danmark hevur gjørt alt fyri at sannføra hini limalondini um, at boykott er ikki rætti vegurin at fara, og at ES og Føroyar mugu fara aftur til samráðingarborðið, segði Hækkerup.
Matvøruráðharrin segði seg eisini fara at kunngera ein lista yvir, hvat Danmark hevur gjørt higartil.
Somuleiðis hevur forsætisráharrin verið inni í málinum.
Sambært Hækkerup hevur Helle Thorning-Schmidt í dag sent eitt bræv til Barroso, har hon heitir á hann um at steðga ES-tiltøkunum móti Føroyum.
Eftir samtyktina í ES-kommissjónini er greitt, at tiltøkini móti Føroyum koma í gildi mikudagin í næstu viku.
Les eisini:
ES samtykt at boykotta Føroyar










