Thorning flýgur mest

Eingin annar danskur forsætisráðharri hevur brúkt so nógvar pengar upp á privatflogfør sum Helle Thorning-Schmidt.

Síðani Helle Thorning-Schmidt gjørdist forsætisráðharri eru 7,5 milliónir krónur farnar til at leiga flogfør. Tað skrivar tíðindabrævið check-in.dk.

Forsætisráðharrin var frá oktober 2011 og fram til ársenda í fjør 50 ferðir á flogferð uttanlands, og 36 av hesum ferðum vórðu gjørdar við leigaðum flogfari. Serliga vóru nógv privatflogfør nýtt til ferðir í sambandi við ES-samstarvið.

Samlaða upphæddin, sum hesa tíðina var brúkt til leiguflogferðir, var 7.477.663 krónur. Síðani 2005 hava árligu útreiðsurnar til leiguflogfør annars verið millum 2,7 og 4,4 milliónir krónur árliga.