Á Team Rynkeby Føroyar-liðum í ár súkkla eitt nú tveir av býráðslimunum í Sunda kommunu, Thordis Dahl Hansen og Trygvi Kallsoy.
- Liðið hevur nú súkklað 623 kilometrar, og er hetta umleið helvtin av túrinum. Tey koma til París leygardagin, vita tey í Sunda kommunu at siga í dag.
Á Facebook-vanganum hjá Team Rynkeby Føroyar ber til at fylgja við hvussu gongur.
Team Rynkeby er eitt altjóða vælgerandi súkklulið, sum á hvørjum ári súkklar til París fyri at savna inn pening til børn við hættisligum sjúkum og familjur teirra.
Í ár er liðið samansett av 1.900 súkklarum og 450 hjálparum, býtt út á 44 lokal lið úr Føroyum, Danmark, Svøríki, Finnlandi, Íslandi og Noreg.
Team Rynkeby Føroyar er eitt av 48 liðum, og við á liðum eru umleið 50 súkklarar og 10 hjálparfólk.









