TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr løtuna, tá Thordis Dahl Hansen, býráðslimur í Sunda kommunu bjóðaði vælkomin til Regatta 2016 áðrenn bátafylgið fór av Eiði til Hósvíkar.
Vilmund Jacobsen, reportari hjá Rás2 fekk orðið á Thordis Dahl Hansen, og hann prátaði eisini við Maiken Hammer frá Hósvíkar Róðrarfelag. Thordis Dahl Hansen staðfestir, at tey í Sunda kommunu kunnu fegnast um Regatta, og tað, sum Regatta gevur íbúgvarunum í Sunda kommunu. Maiken Hammer umrøddi tað, sum kemur at henda, tá bátarnir hava lagt at í Hósvík.










