Thor ætlar at byggja privata atløgubryggju

Felagið, Thor í Hósvík, hevur søkt Sunda kommunu um loyvi at byggja 120 metrar av atløgusíðu í Hósvík. Í næstum verða samráðingarnar millum kommununa og reiðaríið um treytirnar fyri hesi verkætlan

Bygging

Thor í Hósvík hevur søkt Sunda kommunu um loyvi at byggja eina 120 metra langa atløgubryggju í Hósvík. Í umsóknini sigur felagið seg vilja rinda kostnaðin av hesum arbeiði.
Fíggjarnevndin í Sunda kommunu hevur samtykt at leggja málið fyri bygdaráðið, og á seinasta bygdaráðsfundi, sum var 14. mars, samtykti Sunda kommuna einmælt, at borgarstjórin, sum er Heðin Zachariassen, tekur upp samráðingar við Thor um sáttmála millum felagið og kommununa.
Tá ið samráðingarnar eru lidnar, verður uppskotið aftur lagt fyri bygdaráðið til endaliga støðutakan.
Á fundinum, 14. mars, samtykti bygdaráðið eisini, at treytirnar, sum álagdar verða reiðarínum, prinsipielt eiga at verða tær somu, sum kommunan álegði Løve Betong, tá ið felagið fyri nøkrum árum síðan bygdi atløgubryggju á Norðskála. Tó heldur kommunan, at avdráttrartíðin, sum Thor fær, kann verða longri enn hjá Løve Betong, tí felagið ikki sparir nakað serligt vørugjald, sum sagt verður í samtyktini.
Av øðrum treytum, sum Sunda kommuna setir, er, at kommunan setir ein eftirlitsmann, sum byggiharrin rindar. Í sáttmálanum skulu eisini verða afturkeypstreytir, um kommunan ynskir at siga sáttmálan upp ? og somuleiðis vil kommunan tryggja sær, at onnur skip skulu kunna brúka bryggjukantin, tá ið hann er tøkur. At enda tryggjar Sunda kommuna sær eisini, at skip við asfalti kunnu leggja til bryggjukantin, sum Thor ætlar sær at byggja.

Privatar havnir

Skrivarin í Sunda kommunu, Jens Dalsgaard, sigur, at tá ið Løve Betong bygdi atløgubryggjuna á Norðskála, snúði sáttmálin við felagið seg um 5 ár, soleiðis at kommunan yvirtekur bryggjuna aftur í hesum árinum, nú 5 ár verða liðin, síðan byggingin varð framd.
- Tað er kanska ikki so vanligt í Føroyum við privatum havnum ella bryggjum, men í Noregi er hetta rættiliga vanligt.
Hann vísir á, at í Reykjavík hevur Eimskip eisini sína bryggju og sítt havnaøkið, sum bert skipini hjá felagnum nýta.
Hann heldur, at okkurt dømi eisini er í Føroyum um privatar bryggjur, eitt nú í Fuglafirði, har Havsbrún hevur gjørt íløgur í havnalagið.
- Í slíkum førum rekur felagið atløgubryggjuna, soleingi sáttmálin er galdandi, og tá ið so sáttmálin sambært avtaluni gongur út, yvirtekur kommunan bryggjuna.

Endalig støðutakan

Kommunuskrivarin vísir á, at enn er eingin sáttmáli gjørdur við reiðaríið í Hósvík, men vísir til samtyktina, sum sigur, at kommunustýrið einmælt er positivt sinnað at lata felagið byggja atløgubryggjuna.
Jens Dalsgaard sigur, at væntandi verða samráðingar í næstum millum reiðaríið í Hósvík og borgarstjóran í Sunda kommunu.
- Síðan verður málið lagt aftur fyri bygdaráðið til endaliga støðutakan, sigur kommunuskrivarin at enda.