Reiðaríið hjá Ran, partafelagið Thor í Hósvík, hevur nú fingið at vita, at felagið sleppur ikki at selja tann frysta toskin, sum starvsstovan legði hald á fyri einum góðum mánað síðani, og sum skipið hevði fingið á Flemish Cap.
Í brævi til reiðaríið, dagfest 2. mai, skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan, at avgerðin um at nokta felagnum at selja fiskin til matna er grundað á, at fiskurin er ikki virkaður sambært løggildingini, at innfrystingin er brot á fiskikunngerðina, og at fiskurin er óinnpakkaður og ikki vardur ímóti dálking.
Í hoyringsskrivi til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna skrivaði sakførarin hjá reiðarínum, at tað er skeivt at kolldøma fiskin sum matvøru, fyrr enn fiskurin er kannaður. Men Heilsufrøðiliga Starvsstovan metir ikki, at svarskrivið broytir støðuna. Stovnurin staðfestir tí avgerðina um at seta forboð fyri, at fiskurin verður seldur til matna, og hann skal ikki flytast haðani, hann nú er.
Partafelagið Thor hevur nú møguleika at kæra avgerðina hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni til Vinnukærunevndina.









