Thor-skip tók fólk av brennandi skipi

- Vit hava verið í samband við Thor Provider og hava skilt, at tað gekk væl at taka manningina av seismikkskipinum. Støðan umborð á Atlantic Explorer er undir eftirliti, og øll manningin hevur tað gott, siga tey hjá Thor í Hósvík

Bjarging

 

Um knapt 17-tíðina seinnapartin í gjár kom eldur í seismikkskipið, Atlantic Explorer, sum tá var á leiðini norðanfyri Senja í Troms.

Eldurin tók seg upp í maskinrúminum, men tað eydnaðist trygdarmanningini við sjálvvirkandi sløkking, sum skipið hevur, at basa eldinum.

Sambært norsku heimasíðuni www.ba.no (Bergens Avis), byrjaði eldurin í einum hjálpimotori í maskinrúminum, og um 20-tíðina í gjárkvøldið varð hann sløktur.

Føroyska support-skipið hjá Atlantic Explorer, Thor Provider, sum Thor í Hósvík eigur, tók meginpartin av manningini av seismikkskipinum. Manningin telir 48 fólk, harav trygdarmanningin var eftir umborð til at basa eldinum.

Eingin fekk skaða undir tilburðinum.

 

Thor váttar

Reiðaríið Thor í Hósvík váttar, at skipið hjá teimum seinnapartin í gjár tók ein stóran part av manningini av Atlantic Explorer.

- Vit hava verið í samband við Thor Provider og hava skilt, at tað gekk væl at taka manningina av seismikkskipinum. Vit eru chartraðir av altjóða seismikkfelagnum PGS, sum ger seismiskar kanningar við Atlantic Explorer.

Hjá Thor í Hósvík siga tey, at einir 5-6 mans vanliga eru við Thor Provider, og yvirmenninir eru føroyingar.

- Vit hava skilt, at støðan umborð á Atlantic Explorer er undir eftirliti, og øll manningin hevur tað gott.

Thor í Hósvík sigur, at uppgávan hjá Thor Provider er at sigla við útgerð til stóra seismikkskipið.

 

Ikki umfatandi

Sambært norsku heimasíðuni hevur eldurin umborð á Atlantic Explorer ikki ført til, at olja er likin í havið, og eingin dálking er farin fram á umhvørvið í økinum.

Sum skilst, er skaðin, ið skipið hevur fingið av eldinum, heldur ikki so umfatandi.

Sambært heimasíðuni er tað Petroleum Geo-Services, sum eigur Atlantic Explorer.