Thor Simonsen er eitt av mest spennandi nýggju nøvnunum á føroyska tónleikapallinum, herfyri var Thor í Danmark har hann luttók á norðurlendskum hip-hop festivali á Norður Brygjuni Har framførdi hann síni egnu løg og fekk samband við ymiskar danskar DJ?s og vinnufólk.
Jannick Blaksmark, ið arbeiðir hjá Artiscope Music, setti seg í samband við plátufelagið TUTL og bað tey leiðbeina seg til ein dugnaligan føroyskan Hip-hop tónleikara. Jannick fekk samband við Thor við tí ætlan, at fáa hann við til tiltakið á Norður Bryggjuni. Her samlaðust danskir, grønlenskir og føroyskir tónleikarar innan Hip-hop til eitt vikuskiftið við konsertum.
? Eg møtti nógvum fólkum innan tónleikavinnuna, og tað er sera týdningarmikið, tá ið eg eri í eini ?It?s-a-who-you-know-business.?
Framførslan gekk væl, og fólkum dámdu væl tónleikin. Bæði donsku og útlendsku ?gangsta? rapparnir søgdu, at teimum dámdu væl meira popputa Hip-pop tónleikin, ið Thor ger.
-Eg framleiði sjálvur Hip-pop og eitt slag av chill-out/acustic tónleik, men sum John Coltrane segði: ?There?s only two kinds of music; good music and bad music,? sigur Thor og flennur.
Undurbarnið helt túrin vera verdan at fara í sær sjálvum og helst at hoyra evnaríku tónleikarnir, ið vóru til staðar. Hann slapp at framføra sítt nýggja tilfar og hoyra reaktiónina frá lurtarunum.
Tónleikurin hjá Thor Simonsen er nýmótans og nakað fyri seg. Hann gav í fjør fløguna International út, og vónandi verður tónleikurin, ið Thor hevur skrivað síðan hetta at hoyra í nærmastu framtíð.
Bjørk Olsen í starvenjing og