Fýra rútar brotnaðu, og øll navigatiónsútgerðin varð oyðiløgd, tá føroyski standbybáturin Thor Sentry varð raktur av einum herviligum brotasjógvi seinnapartin í gjár. Skipið varð tá stætt umleið 200 km. í ein útnyrðing úr Stavanger, miðskeiðis millum Stavanger og Orknoyggjar, har tað hevði arbeiðsuppgávu við eina oljuleiðing. Tað var kl 16:20 føroyska tíð, at manningin á Thor Sentry sendi út neyðarkall, tá ein sera stórur sjógvur hevði brotið rútar á brúnni. Orkan var í økinum, og aldurnar vóru millum 15 og 20 metrar høgar.
Fimm mans eru við skipinum, tveir føroyingar og tríggir bulgarar. Føroyingarnir eru skipari og stýrimaður. Sambart reiðarínum var ein teirra á brúnni, tá sjógvurin rakti brúnna, men eingin mannskaði hendi. Skipið mist alt radiosamband.
Gunnbjørn Joensen, stjóri hjá Thor sigur, at skipið varð ongantið í havsneyð, tó at brotasjógvurin var av tí ringasta. Manningin hevði alla tíðina tamarhaldið á støðuni, tó at róðurið ikki riggaði sum tað skuldi. Annað skip hevur ligið hjá Thor Sentry, um tað fór at verða neyðugt at taka manningina av skipinum. Tað gjørdist ikki neyðugt, heldur ikki at senda bjargingartyrlu avstað. Veðrið batnaði so við og við, og í morgun er veðrið væl betri og skipið hevur sett kósina móti Eggertsundleiðini. Tað siglur sjálvt. Helst verður seinni siglt til Hanstholm.
?Tað er Thor í Hósvík, sum eigur trolaran Thor Sentry. ??Fakta um Thor Sentry: ??Skipið er bygt á Ulstein Verft í 1961 ?Fyrrverandi nøvn: ?2002 – 2005: Suðurvarði ?1976 – 2002: Jonrit ?1970 – 1976. Gracie ?1961 – 1970: Tummas við Kráir