Thor onga viðmerking

- Vit hava ongar viðmerkingar til málið í løtuni, segði Gunbjørn Joensen, annar av reiðarunum hjá Thor, tá vit høvdu hann í telefonini fyrrapartin

ATHENA

Tað eydnaðist ikki Sosialinum at fáa eina viðmerking frá reiðarínum Thor, sum eigur Athenu, áðrenn blaðið fór til prentingar í dag.
Vit høvdu annan reiðaran, Gunbjørn Joensen, í telefonini, men hann helt ikki, at hann hevði hug at siga nakað um støðuna beint í løtuni.
Athena hevur annars ligið við oljubryggjuna hjá Runavíkar havn seinastu mánaðirnar, síðan eldur kom í skipið einaferð síðsta ár.
Nú var umvælingararbeiði í gongd og Articon, sum hevði høvuðsarbeiði um hendi, vóru komin væl áleiðis við umvælingini.
Fýra mans vóru umborð á skipinum, tá eldur kom í, og tríggir teirra vórðu fluttir á Landssjúkrahúsið til kanningar.