Í gjár varð Thor Magni, tað fyrsta av teimum fýra nýggju skipunum, sum Thor hevur bílagt úr Turkalandi, flotaður av skipasmiðjuni Besiktas.
Sambært oljan.fo vóru umboð fyri skipasmiðjuna, reiðaríið, fíggingar- og tøkniligar stovnar og seismikkfelagið PGS til staðar undir hátíðarhaldinum. Tað eru langtíðaravtalurnar við PGS, ið hevur gjørt tað gjørligt hjá Thor at lata hesi nýggju skipini byggja fyri 600 milliónir krónur, skrivar oljan.fo,
Thor Magni fer beinleiðis til verka fyri PGS, og sambært oljan.fo eru 9 mans umborð, harav fimm føroyingar, tveir filipinar og ein bulgari.
- Nýggju skipini staðfesta støðuna hjá Thor sum eitt av fremstu seismisku support feløgum í ídnaðinum og økir um útboðið av seismiskari support, sum felagið kann bjóða, skrivar reiðaríið.










