Thor møguliga byggja tvey nýggj skip á Skála

So mikið væl hevur gingið við teimum báðum fyrstu frálandaskipunum, sum Thor hevur latið byggja á Skála, at leiðslan í felagnum í løtuni kannar fíggingarmøguleikarnar fyri at byggja tveir skip aftrat av sama slag.

Hetta sigur stjórin í felagnum, Hans Andreas Joensen, nú seinna skipið varð navngivið í Assens seinnapartin leygardagin. Skipið fekk navnið Thor Omega. Fyrra skipið er Thor Alfa.

 

Í sambandi við navngevingina hevði Thor boðið handverkarum og øðrum við til Assens. Sosialurin og Rás2 vóru eisini við og fara vit í Vinnuinnlegginum í Sosialinum týsdagin og í vinnusendingini á Rás2 seinnapartin týsdagin at kunnað um áhugaverdu løtuna, tá Thor Omega varð doypt og siglt varð til Middelfart. Skipið er eins og tað fyrra langtíðarchartrað til stóra frálandareiðaríið Fugro Geoteam.