Teir halda tørn, brøðurnir Hans Andrias og Gunnbjørn Joensen í Hósvík.
Síðani teir stovnaðu felagið Thor í 1994, hava teir áhaldandi vaksið um virksemi. Virksemið byrjaði í tí smáa í 1990 og umfataði fram til 1997 einamest fiskiskap. Í dag umfatar virksemið frálandavinnu, fiskiskap, kaðal- og rørleggingarvirksemi. Teir hava fingið fótin so mikið fastan innan frálandavinnu, at teir í dag veita tænastur til heimsins størstu seismikkfeløg.
Gunnbjørn Joensen, annar av stjórunum í Thor, ásannar, at tað hevur gingið við rúkandi ferð, síðani felagið varð stovnað fyri 13 árum síðani. Men hetta skyldast ikki minst, at teir hava nógv góð starvsfólk afturat sær, leggur hann afturat.
Tvey nýggj seismikkveitingarskip
Samlaði flotin hjá Thor er í dag 24 skip, harav 16 eru frálandaskip og 8 eru fiskifør. Men ævintýrið steðgar ikki her, tí hálvan november í ár kemur nýggja seismikkveitingarskipið Thor Alpha inn í flotan, og á heysti næsta ár kemur eitt seismikkveitingarskip afturat, sum er systirskip til Thor Alpha. Hetta seinna skipið er ikki navngivið enn.
Skrokkurin til Thor Alpha fór av bakkastokki á Skála Skipasmiðju tann 21 juli í ár, og verður í løtuni bygt liðugt. Tað verður klárt at fara í vinnu um hálvan november, eftir at tað hevur verið í Hirtshals og er blivið sandblást og málað. Thor Alpha er 55 metrar langt og kemur at kosta umleið 76 mió. krónur (DKK). Systirskipið, sum eftir ætlan skal vera liðugt hálvan september næsta ár, kemur at kosta góðar 80 mió. krónur (DKK).
Gunnbjørn sigur, at Thor Alpha fer beina kós til Meksiko at gera frálandatænastur, tá tað er liðugt. Felagið ger longu tænastur í frálandavinnuni kring allan knøttin, og tí er einki ókent í hesum sum so.
Til Aberdeen at røkja vinarbond
Spurdur hvørji ørindi teir hava á oljuráðstevnuni í Aberdeen, sigur Gunnbjørn Joensen, at teir fyrst og fremst fara at hitta samstarvsfelagar og røkja gomul vinarbond.
- Vit fara at vísa fram á føroyska felagsbásinum, halda fundir, og annars halda tey samstørv og bond við líka, sum vit hava, sigur hann.
Tað er sjáldan, at ein undirskrivar nýggjar sáttmálar á einari ráðstevnu, men ráðstevnan kann vera við til at leggja lunnar undir komandi virksemi. Thor er eftirhondini vorðin ein kendur veitari á sínum øki, og sambært Gunnbjørni, so hevur felagið í løtuni nóg mikið av uppgávum til øll veitingarskipini.
Tað hevur týdning fyri eitt felag sum Thor at luttaka á slíkum ráðstevnum, tí felagið virkar sera globalt og hevur størsta partin av sínum uppgávum uttan fyri Føroyar. Tað starvast í løtuni umleið 500 fólk í samtakinum hjá Thor.