Thor: Heksajakt móti okkum

- Hetta er ein heksajakt móti okkum frá Fiskimannafelagnum, sigur Hans Andrias Kelduberg, stjóri í Thor.

Brot úr søgu úr Sosialin í dag. Les alla søguna í ókeypis blaðnum, sum verður borið í postkassar kring landið í dag. 

 

- Mær vitandi, fingu allir menninir bjóðað starv og fleiri teirra hava verið í starvi hjá okkum aftur. So eg kenni ikki til hendan trupulleikan, sigur Hans Andrias Kelduberg.

 

 

 

- Tað eru samráðingar millum partarnar um, hvussu hetta skal loysast til tað besta fyri allar partar. Men manningin hevur fingið tað, sum teir hava rætt til, sigur stjórin.

 

 

- Hava menninir so fingið tveir mánaðir løn, sum sjólógin sigur, at teir hava rætt til?

- Teir hava allir fingið tilboð um annað starv, sigur Hans Andrias Kelduberg.

 

 

Les eisini: Fiskimannafelagið: Reiðaríið hevur svikið manningina á Vesturlandi

 

 

 

- Eg haldi, at hetta er ein heksajakt frá Fiskimannafelagnum móti okkum. Eg vænti, at um málið endar í rættinum, so verða teir noyddir at rinda pengarnar aftur, sigur Hans Andrias Kelduberg, stjóri í Thor.