- Tað kundi gingið galið, um skipið ikki fekst av aftur, áðrenn tað rættiliga fjaraði, sigur brandmeistarin í Fuglafirði, Jóhan Clementsen Russiski skiparin á kypriotiska farmaskipinum var serliga bangin fyri skrúvuni á skipinum, tá tað lá inn ímóti grótkastinum í Fuglafirði, og slengrikjølurin líka sum gnaddaði móti grótinum.
- Skiparin hevði hug at bíða, til sterkari kreftir vóru til sleip, og nú Thor Goliat kom á staðið og setti á skipið aftan, samstundis sum Ziska og Pilot settu á framman, gekk væl at toga skipið út frá grótkastinum í øllum góðum.
Tað sigur Jóhan Clementsen, brandmeistari í Fuglafirði.
Hann vísir á, at tað var nógvur sunnanvindur í Fuglafirði, tá skipið varð hálað út frá aftur.
- Tað stóð nógv á, men tíbetur eydnaðist at loysa skipið í øllum góðum.
Forline 1, sum skipið eitur, liggur nú undir Vónavirkinum.
Hol er á bulbustevninum, og helst er okkurt prus eisini á skipssíðuni, sum lá ímóti grótinum.
- Men vit halda ikki, at onnur hol eru á skipinum enn holini á bulbustevninum, sum tó eru omanfyri vatnlinjuna, nú skipið ikki hevur last, sigur Jóhan.
Brandmeistarin í Fuglafirði sigur, at Forline 1 hevur 300 tons av tungolju umborð, og tí kundi ein størri dálkingarvanlukka staðist, um skipið stóð fast og ikki fekst av aftur við góðum.
- Næraberg, sum hevur eitt pelatrekk upp á eini 100 tons, hevur ligið klárur í allan dag, men skiparin umborð á farmaskipinum var kanska í so varin, heldur Jóhan Clementsen.
Ziska, Pilot og Thor Goliat hava eitt pelatrekk í part, sum liggur millum eini 12 og 17 tons.
Fuglafjarðar Sløkkilið hevði tryggjað sær oljusperrur, um olja fór at leka úr skipinum.