P/F Thor hevur gjørt avtalu um at smíðja av nýggj "seismik support" skipum, sum fara at arbeiða í sambandi við oljuleiting. Avtalan byggir serliga á langtíðarsáttmála við seismikkfelagið PGS.
Skipini eru teknað av Skipsteknik í Ålesund í tøttum samstarvi við THOR. Tey eru serútgjørd til tænastur hjá seismikskipum og verða útgjørd við allari nútíðar útgerð. Eisini verða skipini smíðað til at kunna fremja allar veitingar á øllum heimshøvum. Skipini verða 64,4 metrar longd og 14,5 metrar breið.
Avtala er gjørd um íalt átta skip, og avtalan er, at í fyrstu atløgu eru fýra skip sett í gerð, har tað fyrsta verður latið í august 2014, og tey næstu trý við trimum mánað millumbilum. Hini skipini koma í 2015 og 2016. Skipini verða smíðað á skipasmiðjuni Besiktas í Turkalandi.
Hetta er nógv tann størsta avtalan hjá felagnum Thor higartil.










