Skipavinna
Á heimasíðuni hjá Vinnuvitan vita tey at siga, at ein íslendsk kvettroynd við Samherja á odda at keypa meirilutan av partabrøvunum í stóra verksmiðjuskipinum Athenu miseydnaðist herfyri.
Sagt verður, at við undirhondsavtalum og nógvum peningi royndi Samherji at fáa meirilutan í felagnum Ocean Group Faroes, sum eigur skipið.
Kvettroyndin kostaði føroysku eigarunum, sum eftir eru í felagnum, einar 50-60 miljónir krónur, og í samrøðu við Vinnuvitan sigur stjórin í felagnum, Hans Andrias Joensen, at teir høvdu ikki klárað hetta uttan góðar bakkar, sum hann tekur til.
Við hjálp frá Eik Banka kundu teir geva íslendingum ein skarpan gang.
Í samrøðu við blaðið, rópar Hans Andrias Joensen, nú varskó, bæði á politikarar og vinnulívsfólk, tí hann stúrir fyri, at bróðurparturin av føroysku vinnutólunum fer at enda á útlendskum hondum.
– Vit hava landasvíkjarar millum okkum, sum halda tað vera meira áhugavert at vera boðberar fyri íslendskar stórfyritøkur enn at reka føroysk vinnulív, sigur Hans Andrias Joensen, stjóri í Ocean Group Faroes við blaðið.
Thor-brøðurnir, Hans Andrias og Gunnbjørn Joensen, siga, at hetta hevur verið eitt hart stríð móti “ágangandi og kyniskum kapitali, sum allir føroyingar ikki eru brynjaðir til”.
Ocean Group Faroes keypti Athenu í 2005.