Jon Dahl Thomasson, sum var ein av teimum bestu á danska liðnum, var væl nøgdur við dystin ímóti Italia.
? Vit høvdu teir størru møguleikarnar, og skuldi nakar vunnið dystin, so skuldi tað púra vist verið vit. Men vit kundu eisini havt tapt dystin, men samanlagt skulu vit verða nøgdir við ein góðan innsats, segði Jon Dahl Thomasson.
Hann helt, at dysturin vísti, at italiumenn hava trupulleikar við liðum, sum spæla breitt álopsspæl.
? Vit runnu kanska eitt sindur meira enn teir italsku spælararnir, men tað er flott, at vit kunnu stýra einum dysti ímóti einum landi sum Italia, helt Jon Dahl Thomasson.