Thomassen er errin

Mikkjal Thomassen, venjari hjá B36, er bæði errin og vónbrotin eftir fyrra dystin í Europe League, sum varð avgreiddur seinnapartin. Árstalsfelagið var á vitjan í Georgia hjá Olimpi Rustavi, og heimaliðið vann 2-0.

- Eg eri ikki heilt nøgdur. Vit vóru væl við í dystinum og vóru aftanfyri við einum máli, tá tríggir minuttir restaðu í. Tað er sera harmiligt, at teir fáa seinna málið, men vit eru bjartskygdir undan seinna dystinum.

So talan var ikki um einvegis ferðslu á B36-málið?

- Als ikki. Johan Ellingsgaard hevur millum annað ein sera stóran møguleika, tá hann var einsamallur við málverjan. Teir royndu at trýsta okkum, men vit vóru sera ansnir í verjupartinum.

Hvussu sannlíkt er tað, at B36 fer at vinna seg víðari?

- Í løtuni er tað 25 prosent, um eg skal seta tal á, sigur Mikkjal Thomassen, venjari hjá B36.

 

Lesið meira um dystin í Sosialinum í morgin.