Alfred er føddur í Elduvík í 1916, foreldrini vóru Sofus Haraldsen úr Elduvík og Andrea Dahl úr Oyndarfirði. Thomasia er fødd í Funningsfirði í 1918, foreldrini vóru Marius Joensen úr Funningsfirði, og Anna Maria Gøte úr Norðragøtu.
Thomasia og Alfed eiga trý børn: Sigrid, Amaliar og Henry, sum øll búgva í Havn.
Alfred var til sjós, frá tí at hann var 16 ára gamal til mitt í fimmtiárunum, tá hann legðist uppi og fór til Havnar at arbeiða hjá byggifelagnum Danberg & Joensen.
Seinni, tá ið Fjarðavegurin byrjaði, fekk hann arbeiði har, síðan á Elduvíkarvegnum og á Funningsvegnum.
Nevnast skal eisini, at hann frá 1960 røkti starvið sum linjumaður fyri Telefonverkið, til hesar vórðu tiknar niður.
Aftaná stórkavan í 1947 tók hann við sum seyðamaður "Undir Egg", sum hann røktaði til mitt í sekstiárunum, og tók við aftur í Ognarpartinum á Múlanum, sum hann røkti til fyri fáum árum síðan. Sum 88 ára gamal passar hann seyðin enn.
Thomasia fór sum ung út at tæna eitt nú á Syðradali, hjá Mariusi, seinni fór hon at arbeiða fisk í Klaksvík. Eftir at vera gift og búsett í Elduvík, tók hon sær av húsarhaldinum og tí sum har til hoyrdi, eitt nú kúgv, seyði, torvi, hoygging og tøting, sum gav eitt fitt íkast til húsarhaldið.
Dagurin verður hildin fyri innbodnum hjá dóttrini í Brøttulíð 20, Tórshavn.










