Danski landsliðsmálverjin Thomas Sørensen skifti í summar frá Aston Villa til Stoke at spæla, og danski málverjin hevur verið ein sterkur aftasti skansi hjá uppflytarunum í Premier League. Leygardagin var Stoke í sonnum ódnarveðri á Anfield Road, har Liverpool sat tungt á dystinum, men einki mál varð skotið. Venjarin hjá Stoke segði eftir dystin, at talan var um stórt liðavrik, men hann mátti nevna Thomas Sørensen sum ein týðandi spælara í dystinum.