Thomas Rørdam søkt um at sleppa at verja John Petersen

Thomas Rørdam er helst mest virdi verjuadvokaturin í Danmark í løtuni

Thomas Rørdam hevur biðið Eystara Landsrætt lata seg sleppa at verja John Petersen, tá málið um neyðtøku kemur fyri í rættinum tann 1. mars.

Føroya Rættur kendi John Petersen sekan í at hava framt neyðtøku móti ungari kvinnu, men dómurin varð alt fyri eitt skotin inn fyri Eystara Landsrætt.

Í Føroya Rætti varð Magnus Petersen tilnevndur verji hjá John Petersen, men hann skal eftir ætlan arbeiða saman við Thomas Rørdam í Eystara Landsrætti.

Thomas Rørdam er helst mest virdi verjuadvokaturin í Danmark í løtuni. Hann hevur verið verji í fleiri stórum málum, og um sama mundið, sum hann skal verja John Petersen í Eystara Landsrætti, hevur annað stórt mál at taka sær av. Hann er verji hjá tiltikna svenska bankaránsmanninum Clark Olofsson.