Thomas Mogensen skaddur

Skaðin, sum Thomas Mogensen fekk í dystinum móti Rumenia, vísti seg at vera meiri álvarsamur, enn upprunaliga hildið.

 

Besti leikarin hjá Danmark í dystinum varð skannaður sunnukvøldið og hon vísti, at 28 ára gamli Flensburg-Handewitt spælarin hevur fingið ein minni skaða í aftaru korsbondini, og má halda frí í seks vikur.

 

Tað ber til at siga, at Thomas Mogensen hevur fingið ein fipurskaða í aftaru korsbondunum. Einki er slitnað, men tað er ov vandamikið at lata hann halda fram at spæla, tí skaðin kann gerast verri, sigur læknin hjá landsliðnum, Steen Bo Kalms í einum tíðindaskrivi frá Dansk Håndbold Forbund.

 

Landsliðsvenjarin, Ulrik Wilbek, er heldur skelkaður:

 

Hetta er ein álvarsamur missur hjá okkum. Thomas Mogensen er í stórformi í løtuni, og er ein lyklaleikari, bæði í álopinum og verjuni, sigur landsliðsvenjarin.

 

Danmark hevur kalla 19 ára gamla stórtalentið frá BSV, Ramus Lauge, at avloysa Thomas Mogensen. Hann er komin til hotellið í Malmø og er til dystin fús móti Serbia í kvøld, skriva donsk bløð.